Trivnaðarætlan fyri Skálavíkar Skúli her


Til og við 5. flokk ganga børnini í Skálavík í skúla í bygdini. Frá 6. flokki til 10. flokk ganga tey í Meginskúlanum. Skipað skúlakoyring er millum Skálavík og Meginskúlan, og bussur koyrir fleiri ferðir dagliga.

Skálavíkar skúli

Skálavíkar skúli liggur í friðarligum og náttúruvøkrum umhvørvi tætt við ánna, ið rennur gjøgnum bygdina.Stutt er niðan í hagan og oman í fjøru. Við skúlan er FIFA vøllur og eitt spælipláss.
Í løtuni er 2 lærarar í Skálavíkar skúla, har 10 næmingar ganga.
Til ítrótt nýtir skúlin svimjihylin og ítróttarhøllina í Sandoyar Meginskúla.
Skúlin leggur dent á fakliga høgt støði og góðan trivnað.
Skúlin er útgjørdur við nútímans hentleikum, tað verið seg bæði samvirknari talvu og farteldum.
Somuleiðis er skúlin er útgjørdur til fólk við breki m.a.

Skúlaleiðari er Poula Hentze
Lærari Anna Gærdum

 

Skálavíkar skúli,
Gerðisvegur 11, 220 Skálavík.

[email protected]
Telefon 36 12 81





 

Sandoyar Meginskúli

Sandoyar Meginskúli er framhaldsskúlin fyri alla Sandoynna. Næmingarnir
eru í bygdaskúlunum frá 1. til 5. flokk og halda so fram í Sandoyar
Meginskúla í 6. til og við 10. flokk.
Í løtuni eru 75 næmingar og 11 lærarar á skúlanum.
Skúlin stendur í Traðardali við Sandsvatn. Umhvørvið er vakurt, og við
skúlan er fótbóltsvøllur, svimjihylur og ítróttarhøll, sum verða nógv brúkt av
næmingunum.
Skúlin er væl útgjørdur við nútímans tøkni ­ talgildar talvur og teldustova við
farteldum eru tøk.
Meginskúlin er ein skúli, ið hevur eina slíka stødd, at øll kennast. Hetta lættir
um samstarvið millum lærarar og næmingar, og eisini millum heim og skúla.
Umframt regluliga skúladagin eru javnan evnisdagar við ymiskum innihaldi.
Hvønn desember eru evnisdagar við ymsum verkstøðum.
Elsa Vest, heilsufrøðingur, er fast í skúlanum týsdagar.
Skúlastjóri nú JACQUELINE BENZON meðan Hansa M. Glerfoss ið er í farloyvi 

Sandoyar Meginskúli, Heimasandsvegur 142, 210 Sandur. Telefon 36 10 38. Email: [email protected]