Kunning

Ogn í Skálavík til sølu.

                                     Ogn í Skálavík til sølu.

Skálavíkar kommuna lýsir við hesum matr.nr. 53, Skálavík, til sølu.
Talan er um økið matr.nr.53 á Mølini í Skálavík, økið er 678 m2 til víddar, og liggur í A:
Miðstaðarøki í byggisamtyktini.
Tað er upp til tey, ið bjóða, at koma við hvat økið skal brúkast til, hvussu økið skal skipast
og hvat slag av virksemi talan verður um á økinum, ið líkur krøvini í byggisamtyktini fyri
økið.
Tá rætta loysnin er funnin verður gjørdur keypssáttmáli um ognina.
Fyri útboðið er kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2000 um alment útboð av kommunalari
fastogn galdandi. Hetta merkir millum annað at Skálavíkar kommuna ikki hevur skyldu
at taka av nøkrum boði.
Fyrispurningar viðvíkjandi ognini og sølutreytunum kunnu sendast til Skálavíkar
kommunu, att. Linjohn Christiansen, borgarstjóra, Gerðisvegur 13, 220 Skálvavík,
telefon: 225062, og teldupost: [email protected], staðseting av økinum sæst á
skalavikar.kort.fo
Tilboð um keyp skulu vera skrivlig. Saman við boðnum skal sendast váttan frá peningastovni
um, at tann ið bjóðar, hevur fígging tøka.
Freistin at lata inn boð er tann 1.Juni 2023 kl 12:00
Innkomin tilboð eru í trúnaði, til ognin er seld.
Skálavíkar kommuna
Linjohn Christiansen, borgarstjóri

Hús í Skálavík

Her síggjast húsini í Skálavík og ein lítil frágreiðing til hvørt húsið sær.

Bingjuplássið

Opið er mikudagar ml. 16-18 og leygardagar 14-16.

Havnaviðurskifti og bátapláss

Í Skálavík finnur tú bedingina fyri alla oynna havnafúti og bedingsmeistari  er Palli á Lava Olsen Tlf. 219221 

Undirhúsið í Skálavík

Opið er hvønn dag í vikuni – kaffið er klárt klokkan 9 og latið verður í fyrsta lagi aftur kl. 17.00

Kort yvir Skálavík

Her sæst matrikulkort fyri kirkjugarðin og leiðingar.