Hús í Skálavík
Her síggjast húsini í Skálavík og ein lítil frágreiðing til hvørt húsið sær.
Bingjuplássið
Opið er mikudagar ml. 16-18 og leygardagar 14-16.
Havnaviðurskifti og bátapláss
Í Skálavík finnur tú bedingina fyri alla oynna havnafúti og bedingsmeistari er Palli á Lava Olsen Tlf. 219221
Undirhúsið í Skálavík
Opið er hvønn dag í vikuni – kaffið er klárt klokkan 9 og latið verður í fyrsta lagi aftur kl. 17.00

Spakin settur í til 20 íbúðir í Skálavík
Á myndini eru: Gordon Rajani, Linjohn Christiansen, Birgir Dam Jaconsen, Finnleif Fagradal, Nikkel Petersen og í styrhúsinum er Palli á Lava Olsen, umsjónarmaður í Skálavíkar kommunu.
Gordon Rajan, stjóri í felagnum Maerk sigur, at bíðilistin eftir at fáa íbúð í Skálavík er so stórur, at verkætlanin er broytt frá 10 til 20 íbúðir, hann leggur aftrat, at helst eru 20 íbúðir ov lítið.
Tað er ikki langt síðan at felagið Mark og Skálavíkar kommuna skrivaðu undir eina avtalu, um íbúðarbygging í Skálavík.
Søgan er í stuttum hon, at vit vunnu útboðið at byggja íbúðir í Skálavík og síðan tá, hava vit arbeitt við ætlanini, sigur Gordan Rajani, stjóri.
Íbúðirnar skulu byggjast á einum grundøki, sum er 3.730 fermetrar til víddar, og sum er lagt út til íbúðarbygging.
Í morgun klokkan 11.00 var so spakin settur í til verkætlanina, har umboð fyri kommununa og felagið Mark vóru til staðar. Tað verður felagið hjá Finnleif Fagradal, sum kemur at gera planeringsarbeiðið.
Linjohn Christiansen, borgarstjórin í Skálavíkar kommunu, sigur, at uppskotið er stílreint, bygningurin við teimum 20 íbúðunum fellur væl inn í lendið og skemmir á ongan hátt umhvørvið, ið er ein treyt frá kommununi.
Gordon veit ikki enn nær tey fyrstu fólkini kunnu flyta inn, men vit arbeiða so skjótt vit kunnu.